Bókadeild Føroya lærarafelags fekk Barnamentanarheiðurslønina

Bókadeild Føroya lærarafelags fekk Barnamentanarheiðurslønina
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs var hesu ferð latin Bókadeild Føroya lærarafelags fyri "Mín jólabók"
Umboð fyri Bókadeild Føroya lærarafelags fáa handað Barnamentanarheiðurslønina 2023 fyri "Mín jólabók"
Mynd: Finnur Justinussen  
 
05.10.2023 - 17:54

Í áratíggju hevur Bókadeild Føroya lærarafelags givið út jólabókina "Mín jólabók". Ein bók til alla familjuna, sum flestu føroyingar og kanska serliga føroysk børn helst kenna. 

Og fyri hetta megnararbeiðið hevur Tórshavnar býráð valt at lata ársins Barnamentanarheiðursløn til Bókadeild Føroya lærarafelags fyri "Mín jólabók".

Hvørji jól, síðani Bókafelag Føroya lærarafelags varð sett á stovn, kemur "Mín jólabók" sum eitt frískt lot inn í føroyska mál- og barnaheimin. Fyrstu útgávurnar vóru smáar og einfaldar, men síðani 2004 er bókin vaksin - bæði í vavi og dygd. Sniðið er nútíðargjørt, og myndagóðska og sniðgeving eru á høgum stigi. Harumframt er úrvalið breitt og stórt við nógvum frálíkum myndum og tekningum. Bæði viðurkend listafólk og listaspírar lata tilfar til jólabókina, sum tí eisini klekir nýggj listarák, nýggjar høvundar og nýggjar myndprýðarar.

"Mín Jólabók" er fastur táttur í mongum barnalívi og er í harðari kapping við nógvar tøknirisar, sum støðugt ota seg inn á føroyskt mál og mentan. Bókin kann metast at vera krúnan á árligu føroysku barnabókaútgávunum. Og orsakað av hesum hevur dómsnevndin valt at lata Barnamentanarheiðurslønina Tórshavnar býráðs 2023 til Bókadeild Føroya lærarafelags. 

 

M. A. Jacobsens heiðurslønir 2023

Caption: 
Mynd: Finnur Justinussen

Heiðurslønamóttakarar, tá mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens vóru latnar í Mullers pakkhúsi hósdagin 7. oktober. 

Jórun Pólsdóttir og Silas Olofson fingu heiðursløn fyri yrkisbókmentir fyri bókaverkið "Okkara fuglar". Silas vantar á myndini. Katrin Ottarsdóttir fekk virðislønina fyri fagurbókmentir fyri skaldsøguna "Summarið varar ikki alt árið longur", meðan Trygvi Danielsen fekk heiðurslønina fyri mentanaravrik. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283