Minus á botnlinjuni

Minus á botnlinjuni
29.09.2023 - 19:25

Minus á botnlinjuni, vantandi haldføri, ósamsvar millum hvat var sagt áðrenn valið og nú og brotin vallyfti. Tað var millum annað tað, sum andstøðulimir høvdu at siga um fíggjarlógina fyri 2024 nú hon varð løgd fram í Smæruni í morgun.

Hyggja vit eftir úrslitinum í fíggjarlógaruppskotinum, so er raksturin mettur at kosta 6.553 mió. kr., løgurnar 732 mió. kr, inntøkurnar eru 7.221 mió. kr. og tað gevur tilsamans eitt hall á 64 mió. krónur.

Hallið var stórt tá vit tóku við og vit hava gjørt tað vit kunna fyri at minka tað. Vit vónaðu at fáa tað til eitt yvirskot, men tað megnaðu  vit tíverri ikki sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum.

Hóast vit taka meira inn frá fiski- og alivinnuni kunna vit ikki geva skattalætta tá hallið er so stórt sum tað er, sigur landsstýriskvinnan.

Í veruleikanum er hallið størri enn 64 milliónir krónur. Tað er nærri tvey hundrað milliónum krónum. Mátin, sum fíggjarmálaráðið flytir tøl millum fíggjarlógina og búskapargrunnin kann neviliga fáa hallið at síggja minni út enn tað í veruleikanum er. Og tað hevur fíggjarmálaráðið gjørt

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 1. juni
3-2
175957
Fríggjadag 31. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175931
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175930