- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikan
Í Vikukjakinum hesa ferð hitta vit Berljót av Skarði, Finn Jensen og Theodor Eli Dam Olsen. Tey fara at skifta orð um mál, ið settu dám á hesa vikuna. Vit spyrja, hvussu tað ber til, at burðartalið í Føroyum nú er undir tvey børn. Hví uttanríkisráðharrarir í Norðurlondum hildu sín fyrsta fund nakrantíð á føroyskari jørð. Er tað russiska bjørnin, sum spøkir enn meira? Og so spyrja vit, hvat altjóða arbeiðaradagurin, ið varð hildin hósdagin, hevur at siga í 2024.
Vikugesturin er úr India, men hevur búð meira enn helvtina av sínum lívi í Føroyum. Í vikuni gjørdist hon dekanur á Námsvísindadeildini, sum útbúgvir okkara lærarar og pedagogar. Gleð teg til eitt prát um uppvøkstur í India, um pápan, sum gav henni so nógv, um mentanarmunir, um integratión og rasismu, um leiðslu og at læra. Um lívið. Vikugesturin er Kalpana Visjeyavarathan.
Og hesa vikuna er tað Jákup Veyhe, ið leggur vikuna á skák.
Hoyrið alla sendingina her