Kurvabóltskvinnurnar fingu søguligan sigur

bannari
Kurvabóltskvinnurnar fingu søguligan sigur
Í seinastu royndini á Oyggjaleikunum í Guernsey eydnaðist tað føroysku kurvabóltskvinnunum at vinna sín fyrsta landsdyst. Úrslitið ímóti Jersey varð 43-39
Føroysk fragd á kurvabóltshøllini í Guernsey. Kvinnurnar hava vunnið sín fyrsta dyst.
Mynd: Dánial Olsen  
 
13.07.2023 - 13:55

Føroysku kurvabóltskvinnurnar skrivaðu søgu í dag, tá tær vunnu sín fyrsta landsdyst.

Úrslitið varð 43-39 ímóti Jersey.

 - Hetta er altso ikki til at skilja. Hjartaliga til lukku til tykkum øll, skrivaði Kurvabóltssamband Føroya á sínum facebook-vanga. 

Longi hevur verið arbeitt við at fáa landsliðið við kvinnum upp at standa, og gleðin var eisini stór, tá tær spældu sín fyrsta dyst fyrr í vikuni.

Uppaftur størri er gleðin, nú tað eydnaðist at vinna fyri fyrstu ferð. Kappingin er nú liðug hjá føroysku kvinnunum, sum endaðu á fimta plássi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216