Ein góð byrjan í Álandi

Ein góð byrjan í Álandi
Fimleikaoyggjaleikir eru í Álandi í hesum døgum, og tað gongur væl hjá føroysku íðkarunum, sum longu hava vunnið sær bæði gull og silvur.
 
06.07.2023 - 13:33

Nú fimleikur ikki er partur av oyggjaleikunum á Guernsey, sum byrja um fáar dagar, hava tíggju oyggjar sligið seg saman um einar fimleikaoyggjaleikir, sum vera hildnir í Álandi. 

14 føroyskir fimleikarar eru við, og tey hava øll kappast  og longu fingið heiðursmerki.

Fyrsti føroyingur í kapping var Marin Danielsen, sum kappast í unglingabólkinum, og hon vann trygt samanløgdu kappingina framman fyri 34 øðrum íðkarum. Hon vann harumframt gull í forskotnari barr og góliv og bronsu í lopi.

Síðan vóru tað liðkappingarnar hjá ávíkavist kvinnum og monnum, sum eisini góvu medaljur fyri einstøku amboðini. Í hesari kappingini gera øll somu íðkan, og endaði hetta við føroyskum gulli til menninar og silvur til kvinnurnar.

Anna Sofía Bjarnastein vann gull í gólvi, sum hon deildi við Astrid Nanly Breckmann. Astrid vann eisini silvur í lopi.

Hjá monnunum vann Aron D. Jacobsen gull á gólvi, í beinsveiggi, ringum og paralellari barr, umframt at hann fekk silvur í lop og rekk.

Hjálmar Dalsgarð vann silvur í lopi og bronsu í ringum og rekk.

Rókur Vestergaard vann gull í lopi og í beinsveiggi.

Bjarki Johannesen vann bronsu í beinsveiggi og Bjarki í Jákupsstovu vann bronsu í lopi.

Í dag er hvílidagur og í morgin skulu fimleikararnir aftur kappast, hesaferð í FIG. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958