Nógvar medaljur til fimleikin

Nógvar medaljur til fimleikin
Í morgun var medaljuhandan hjá fimleikarunum til Special Olympics
 
21.06.2023 - 13:38

Tær tríggjar Jenny Thomsen, Eyð Patursson og Súsanna Johannesen eru nú lidnar við sínar kappingar, og væl hevur hildnast.

Jenny gjørdist nummar eitt í sínum bólki í bólti og hoppibandi og nummar trý í ringi.

Súsanna fekk gull í vimpli, gjørdist nummar tvey í hoppibandi og trý í bólti.

Eyð gjørdist nummar trý í vimpli.

Nú kappingarnar hjá fimleikarunum eru lidnar fer tíðin við at taka sær av løttum og at stuðla hinum føroysku ítróttarfólkunum.

Tó so, hósdagin verður ein spennandi dagur, tí tá skulu venjarar og íðkarar læra tær nýggju seriurnar, ið skulu brúkast komandi árini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958