Fyrstu heiðursmerkini til Special Olympics

Fyrstu heiðursmerkini til Special Olympics
Eftir hátíðarliga setan leygarkvøldið byrjaðu kappingarnar hjá flestu føroysku íðkarunum sunnudagin, og fyrstu heiðursmerkini komu eisini í hús
Eyð Patursson og Súsanna Johannesen
 
18.06.2023 - 20:44

Tað vóru Súsanna Johannesen og Eyð Patursson, sum vunnu Føroyum fyrstu heiðursmerkini. 

Tær vóru til flokking í dag. Tað er soleiðis luttakararnir vera bólkaðir, soleiðis at kappast verður móti teimum, ið eru á nøkunlunda sama stigi.

Teir íðkarnir, sum luttaka við bæði ringi, hoppibandi, vimpli og bólti, eru samtundis í all-round kappingini, og bæði Eyð og Súsanna vunnu silvur í sínum bólki.

Í morgin verður so farið undir at kappast í teimum ymsu greinunum hvør sær, og tá skulu bæði Súsanna, Eyð og Jenny Thomsen aftur á gólvið. 

Tann, sum handaði Súsonnu sítt silvurheiðursmerki, var eingin onnur enn rumenska Nadia Comăneci, sum tey, ið fylgdu við fimleiki í 70'unum og 80'unum, kenna væl. Hon vann millum annað seks olympiskar gullmedaljur, tvær HM medaljur og eitt ótal av øðrum heiðursmerkjum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958