Zelenskyj váttar, at stórálopið er byrjað, men vil ikki fara í smálutir

bannari
Zelenskyj váttar, at stórálopið er byrjað, men vil ikki fara í smálutir
Kunningin um stórálopið kom á tíðindafundi saman við kanadiska forsætisráðharranum Justin Trudeau í Kyiv
Mynd: ap tíðindastovan  
 
10.06.2023 - 17:16

Á tíðindafundinum boðaði kanadiski forsætisráðharrin frá, at landið letur Ukraina nýggjan milliardapakka í hernaðarhjálp, skrivar Reuters.

Umframt lyftið um 500 milliónir kanadiskar dollarar, - tað svarar til 2,6 milliardir krónur, sigur Trudeau, at Kanada verður við í altjóða samstarvinum, sum skal upplæra ukrainskar flogskiparar at flúgva jagaraflogfør.

Forsætisráðharrin segði, at Kanada legði í fjør hald á eitt russiskt farmaflogfar, sum lendi í Kanda, og nú byrjar tilgongdin at lata Ukraina flogfarið.

Kanada er eitt av londunum uttanfyri Ukraina, har flestir ukrainar búgva og fólk, sum eru ættað úr Ukraina.

Putin veit

Russiski forsetin Vladimir Putin váttar fyri Ria Novosti-tíðindastovuni, sum russiski staturin stýrur, at ukrainska stórálopið er byrjað.

Zelenskyj vildi á tíðindafundinum ikki viðmerkja útsøgnina hjá Putin, annað enn, at vátta, at nú eru mótálop í gongd.

- Tað er áhugarvert, sum Putin sigur um mótálopið hjá okkum. Men tað er umráðandi, at Russland altið kennir tað, sum um tey ikki hava nógv tíð eftir, - tað haldi eg, segði Zelenskyj.

Seinastu dagarnar hava harðir samanbrestir verið fleiri staðni á hermótinum. Zelenskyj sigur, at hann hvønn dag hevur samband við herleiðarar á hermótinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216