- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Dungasandi á summarmála
1667701
Í hugnaliga umhvørvinum á Dungasandi er nógv virksemi í løtuni. Dansistovan verður umvæld og dagførd, og nýtt skýli verður bygt við fótbóltsvøllin. Og í góðveðrinum á summarmála fóru vit á ferð í miðøkinum í Sørvági, og tað var saman við Jón Nordendal, sum hevur verið formaður í 07 Vestur. Jón, sum er byggifrøðingur, hevur eisini teknað nýggja skýlið.
Eisini tosa vit við Eyðvør Petersen, sum bæði er fjeppari og hjálparfólk hjá 07 Vestur.
Dansistovan í Sørvági, sum eitt nú veitti innivist fyri Sørvágs Bio, SUF Disk og Wild West, verður nú umvæld og dagførd. Tað er Bárður Henriksen, sum hevur keypt dansistovuna, og hann ætlar at Dansistovan skal vera fyri bæði børn, yngri og eldri.
Eisini skifta vit orð við Jóan Petur á Stongum, ið er byggifrøðingur í arkitekturi og er hann, sum hevur teknað tað, ið gjørt verður við Dansistovuna.
Harumframt verður hugleitt um hugnaliga umhvørvið á Dungasandi.
Tak niður