Breddin

Breddin: Um Kongoránið
23-11-2021
Breddin snýr seg um átakið Congo Hold-Up

Hví flutti eitt farmaskip við stóru hvítu bókstavunum »TÓRSHAVN« á endanum, eina rúgvu av villdjórum úr Namibia á ein djóragarð hjá forsetanum í Kongo í 2015? Og hví hevur ein heilsøla í Kongo flutt einum føroyskum flutningsfelagi slakar 100 milliónir krónur á kontu í Bank Nordik?

Svarið er flutningsfelagið All Oceans Logistics, sum er skrásett at halda til í Mykinesgøtu 5 í Havn, í somu hølum sum Shipping.fo og Krúnborg.

All Ocean Logistics átti og rak farmaskipið El Niño, sum var skrásett í føroysku skipaskrásetingini, FAS. Tað var farmaskipið, sum frammanundan kallaðist SAGA. Í FAS-skipanini rindar manningin 35 prosent í skatti av bruttolønini. Skatturin verður síðan endurgoldin reiðarínum, sum rindaði lønina.

El Niño sigldi í vinnuørindum í Afrika. Og tað var eisini júst farmaskipið El Niño, sum flutti villdjórini úr Namibia til ein forvitnisligan djóragarð við framkomnum sláturvirki í Kongo, har forsetin Joseph Ka-bila var í holt við at byggja ein ferðafólkadepil.

Sama flutningsfelag, All Oceans Logistics, fekk árini frá 2013 til 2016 slakar 100 milliónir krónur frá heilsøluni EGAL, sum hevur høvuðssæti í Kinshasa, høvuðsstaðurin í Demokratiska Lýðveldinum Kongo.

Fyrsta flytingin er í oktober 2013. Tá vóru 275 túsund og 500 evrur fluttar á bankakontuna í Bank Nordik.

Og pengar fara eisini í stríðum streymi úr Kongo til Føroya árini eftir. Í alt fóru 120 milliónir krónur til Føroya.

Í Breddanum hyggja vit nærri at hvussu Føroyar ein einaferð gjørdust partur av eini hvítvask gølu.

Luttakarar: Eli Thorsteinsson, Uni Holm Johannesen og Barbara Holm.

Sendingina gjørdu John Johannesen og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Nýggja ferðavinnulógin verður sett í gildi í fleiri stigum. Ferðagjaldið kemur í gildi 1.januar í 2026.
24-05-2024
Nýggj kanning vísir, at fólk, ið flyta til Føroyar, hava ilt við at blíva partur av samfelagnum
23-05-2024
Fríggjadagin varð atkvøðugreiðslan av elveitingarlógini ikki avgreidd, tí andstøðutingfólkini rýmdu út, tá atkvøðast skuldi
21-05-2024
Løgtingið heitir á landsstýrismannin í lógarmálum um at broyta lógina, so kommunur kunnu seta vakmyndatól upp í almenna rúminum
17-05-2024
Kjak við Sonju Jógvansdóttir, Samtak og Niels Winther, Vinnuhúsið. Eisini tosa vit við Sigri Gaini sum hevur skrivað Ph.D. um haturstalu.
14-05-2024
Í Breddanum í dag verður spurt, um kvinnur fáa nøktandi hjálp og kunning, tá tær venda sær til lækna í sambandi við skiftisárini.
07-05-2024
Almenn partafeløg eiga ikki at vera lønarførandi, heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður
03-05-2024
Í sendingini verður tosað við fráfarandi kommunalpolitikara og formannin í Demokratia.
02-05-2024
Verjumálaráðharrarnir í øllum Norðurlondum hittast í Føroyum í dag á ráðharrafundi í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO
30-04-2024
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024