Brandur gevst sum borgarstjóri

bannari
19.09.2019 - 12:00
InnlendisPolitikkur
Brandur gevst sum borgarstjóri
Brandur Sandoy sigur, at hann boðaði frá fyri løgtingsvalið, at hann gevst í kommunupolitikki. Nú hann er vorðin løgtingsmaður aftur
Brandur Sandoy er farin í løgtingið fyri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum er farin í landsstýrið

Millum borgarstjórarnar, sum blivu løgtingslimir týsdagin, er Brandur Sandoy á Sandi.

Hann ætlar at siga frá sær borgarstjórasessin, sigur hann. 

Brandur Sandoy sigur, at hann boðaði frá fyri løgtingsvalið, at hann gevst í kommunupolitikki.

Brandur Sandoy hevur verið borgarstjóri í tíggju ár tann 26. oktober.

Tann dagin ætlar hann at fáa við sum borgarstjóri, sigur hann.

Annika Olsen í Tórshavnar kommunu ætlar at vera borgarstjóri burturav og ikki tingkvinna, so leingi hon er borgarstjóri.

Heðin Zachariasen í Sunda kommunu ætlar at spyrja býráðið, um hann kann vera bæði borgarstjóri og tingmaður.

Heðin Zachariasen ætlar ikki at stilla upp á kommunuvalinum næsta ár.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444