Radarin: Bæði fíggjarstýring og eftirlit sviku

bannari
17.04.2019 - 16:25
InnlendisPolitikkur
Radarin: Bæði fíggjarstýring og eftirlit sviku
Í sendingini verður hugt nærri eftir frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um meirnýtsluna av verkætlanini at byggja skúladepil við Marknagil
Beinta Dam, landsgrannskoðari, og Jónleif Johannesen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar
Mynd: Jón Brian Hvidtfeldt  

141 síður drúgva frágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini er lemjandi lesnaður. Frágreiðingin lýsir Landsverk sum ein stovn við fíggjarligum óskili og út av lagi vánarligari fíggjarstýring. Samferðslumálaráðið verður lýst sum eitt aðalráð, sum einki hevur gjørt fyri at røkja sína eftirlitsskyldu við Landsverki, sum aðalráðið annars hevur evstu ábyrgd av. Og Mentamálaráðið verður lýst sum eitt aðalráð, sum ikki hevur lyft ein fingur fyri at at hava eitt veruligt eftirlit við teimum hundraðtals milliónunum, sum løgtingið hevur játtað aðalráðnum til at byggja ein skúladepil fyri, og aðalráðið síðani hevur latið Landsverk umsita fyri seg.

Heldur ikki politiska skipanin sleppur undan. Landsgrannskoðanin staðfestir, at so seint sum í fjørsummar ber løgmaður eitt villeiðandi svar frá sínum landsstýrismanni í samferðslumálum víðari til løgtingsgrannskoðararnar. 

Samanumtikið vísir kanningin, at vantandi virðingin fyri grundleggjandi reglum um stýring og eftirlit, hevur verið atvoldin til, at tey tøl, ið Landsverk hevur lagt fyri Mentamálaráðið, og sum Mentamálaráðið hevur váttað fyri Fíggjarmálaráðnum, hava ikki verið røtt. Tað hevur gjørt, at landsroknskapurin, ið Løgtingið hevur samtykt, hevur ikki verið rættur. Eftirlitið við fíggjarliga partinum av verkætlanini hevur stórt sæð ikki verið til staðar. 

Radarin byggir fyrst og fremst á skrivliga tilfarið í frágreiðingini, umframt samrøðu við Beintu Dam, landsgrannskoðara.

Hoyr sendingina við at trýsta á pílin undir myndini.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211