- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Nú verður lættari at halda brúdleyp
20-02-2017
Tørvar tær hjálp til brúdleypið, ber til at finna fleiri loysnir á brudleyp.fo, sigur Fríða Petersen, sum er ein teirra, sum hevur ment heimasíðuna
Tað stinga seg nógvir spurningar upp, tá fólk fyrireika brúdleyp.
Tí hava Fríða Petersen, Esmar Petersen, Karis í Liða Hansen og Osvald Hansen ment ein heimasíðuportal, har møguleiki er at seta seg í samband við áleið 100 ymiskar veitarar, sum veita sína hjálp til brúdleypið, sigur Fríða Petersen, sum vitjar morgunsendingina.
Eisini ber til at seta brúdleypið í ein kalendara, so áhugaði kunnu síggja nær tað verður.
MYND: SolArt
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024