- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lúsateljingar skjótt almennar
20.02.2017 - 18:10
Innlendis›Vinna
Lúsateljingar skjótt almennar
Tað er neyðugt at almannakunngera lúsateljingar í stríðnum at basa laksalúsini, sigur landsstýrismaðurin
Seinni í ár skulu teljingarnar av laksalús almannakunngerast. Tað er neyðugt fyri at leggja enn størri dent á at basa laksalúsini, sum er ein hóttan ímóti allari alivinnuni.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum fer at leggja uppskot fyri tingið um at broyta djórasjúkulógina, so lúsateljingarnar kunnu almannakunngerast.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV