Politiskur viðmerkjari: Samgongan er viknað

bannari
16.09.2015 - 08:20
InnlendisPolitikkur
Politiskur viðmerkjari: Samgongan er viknað
Árni Gregersen ger viðmerkingar til politisku støðuna, nú Sonja Jógvansdóttir hevur tikið seg úr Javnaðarflokkinum

- Samgongan hevur framvegis 17 tingsessir, men hon er kortini viknað, nú Sonja Jógvansdóttir hevur tikið seg úr Javnaðarflokkinum.

Tað sigur Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari.

Hóast Sonja Jógvansdóttir framvegis sigur seg styðja samgonguna, so ivast Árni Gregersen í, um samgonguflokkarnir fara at hava álit á einum samgongulimi, sum dagin eftir at løgmaður og landsstýri eru vald, tekur seg burtur úr einum flokki.

- Ein møguleiki er minnilutastjórn, men tað vænti eg ikki, at vit fáa, tí eingin siðvenja er fyri minnilutastýri í Føroyum, og tað krevur serligt politiskt handverk, sigur Árni Gregersen.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Árna Gregersen í utvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216