Serstaka støðan í Íslandi kann økja um møguleikan fyri undantøkum

Serstaka støðan í Íslandi kann økja um møguleikan fyri undantøkum
Politiska skipanin má greiða frá serstøku støðuni, sum Ísland er í og ikki vænta at fáa varandi undantak frá allari fiskiveiðulóggávuni hjá ES, sigur professari í lóg
Mathias Dimon Næs
Gunnar Þór Pétursson professari í lóg og dekanur á universitetinum í Íslandi
29.08.2026 - 19:25

Jú størri undantøkini eru, jú truplari verða tey at fáa. Og tað er ikki neyðturviliga soleiðis, at Ísland fer at biðja um eitt varandi undantak fyri allari fiskiveiðulóggávuni hjá ES.

Tað sigur Gunnar Þór Pétursson professari í lóg og dekanur á universitetinum í Íslandi. Hann hevur staðið fyri einari løgfrøðiligari meting um hvussu tað kann ávirka í Íslandi um Ísland verður limaland í ES. Kanningin er umbiðin av íslendsku stjórnini.

Einki limaland hevur biðið um eitt slíkt undantak og onki limaland hevur fingið eitt slíkt undantak, sigur hann. 

Hann vísir tó á tað serstaka við, at Ísland er ein oyggj, har fiskivinnan er so týðandi partur av bæði búskapinum og tjóðskaparliga samleikanum, og hevur verið tað í fleiri áratíggju.  

Sannlíkindini fyri at fáa undantøk fyri fiskiveiðulóggávuni hjá ES eru størri, um politiska skipanin í Íslandi megnar at greiða frá hesi serstøku støðuni. 

Undantøk, sum eru viðkomandi fyri íslendingar eru sambært løgfrøðiligu metingini undantøk, sum millum annað tryggja, at íslendingar kunnu halda fram við at fiska tosk í, tí sum tí dag eri íslendskur sjógvur. Umframt sjálvir at kunna gera av hvussu nógv teir kunnu fiska. 

Eisini skulu møgulig undantøk tryggja, at íslendski parturin av heildarkvotuni av uppsjóvarfiski er so mikið stórur, at mongdin, sum Ísland fiskar ikki minkar. 

 

Les um stúraninar hjá íslendsku sjómonnunum her

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776