Norski sangarin hjá Iommi um legenduna: "Hann vil viðfarast sum øll onnur"

Norski sangarin hjá Iommi um legenduna: "Hann vil viðfarast sum øll onnur"
Norski Jorn Lande hevur fingið tann stóra heiður at syngja á nýggju útgávuni hjá Tony Iommi, "From The Dark", sum verður útgivin 23. oktober. Tá er Lande gestur í RagnarRokk
19.08.2026 - 16:29

Í oktober gevur legendariski gittarleikarin í Black Sabbath, Tony Iommi, sína fyrstu soloplátu í 21 ár út. 

Leingi bleiv gitt, hvør fór at fáa heiðurin at syngja á plátuni, ið hevur fingið heitið "From The Dark". 

Valið fall á 58 ára gamla norðmannin Jorn Lande, sum millum annað hevur sungið fyri hjá Yngwie Malmsteen og Avantasia, umframt at hann hevur havt eina glæsiliga yrkisleið undir egnum navni. 

 

Eyðmjúkur norðmaður

RagnarRokk hevur prátað við fryntliga norðmannin, ið er bæði eyðmjúkur og bilsin yvir, at hann so seint á síni yrkisleið fær hendan stóra møguleikan. 

"Tony Iommi er ikki øðrvísi enn fólk flest, og hann vil ikki viðfarast øðrvísi. Hann vil kunna slappa av og hava, at eg eri Lorn úr Rjukan og hann er Tony úr Birmingham," greiðir Jorn Lande millum annað frá í samrøðuni. 

"From The Dark" kemur út 23. oktober, og samrøðan við Jorn Lande verður send í RagnarRokk um hetta mundið. 

Hoyr ein lítil brellbiti frá samrøðuni, har Jorn Lande tosar um Tony Iommi sum persón, ið videobrotinum omanfyri. 

 

Hvat: RagnarRokk
Hvar: 
Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: 
Hóskvøld kl. 21, og tá ið tað passar tær á KVF Ljóð

 

Her niðanfyri ber til at síggja eina samrøðu við Tony Iommi um "From The Dark", har hann greiður frá um útgávuni. 

Í samrøðuni presenterar Iommi eisini nýggja bólkin. 

 

Tað ber til at síggja Jorn Lande saman við Tony Iommi í fyrsta sjónbandalavnum frá "From The Dark". Sangurin eitur "World Alone". 

 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713