Gunnar til París við Team Rynkeby: Vil geva nakað aftur

Gunnar til París við Team Rynkeby: Vil geva nakað aftur
Gunnar Christiansen og familjan fingu hjálp frá Team Rynkeby, tá sonur teirra var sjúkur. Nú er hann sjálvur við á liðnum.
25.06.2026 - 19:23

Í dag súkkla føroysku Team Rynkeby luttakararnir sonevnda prologin, áðrenn leiðin gongur til París.

Millum teir 63 føroysku luttakararnar er Gunnar Christiansen, sum er við fyri fyrstu ferð. Hann hevur eina heilt serliga orsøk til at súkkla.

Tá sonur hansara var álvarsliga sjúkur, fekk familjan stuðul frá Team Rynkeby. Gunnar sigur, at hjálpin, sum familjan fekk tá, hevði stóran týdning.

Nú vil hann geva nakað aftur. Tí hevur hann valt at súkkla við Team Rynkeby og vera við til at savna pengar inn til álvarsliga sjúk børn og familjur teirra. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065