Grønland boykottar Norðurlandaráðið

Grønland boykottar Norðurlandaráðið
Formansskapurin í Norðurlandaráðnum hevur boðað Grønlandi frá, at hvørki Føroyar, Grønland ella Áland sleppa á summarfundin í ár. Tað hevur fingið Grønland at boykotta ráðið
07.05.2024 - 19:25

Føroyar og Grønland hava ynskt fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, men tað hevur Svøríki higartil forðað. Og nú hevur svenski formansskapurin í Norðurlandaráðnum eisini boðað frá, at hvørki Føroyar, Grønland ella Áland sleppa á summarfundin hjá ráðharraráðnum í summar. Orsøkin er, at skipað verður fyri fundum á hægsta stigi, tá tað kemur til uttanríkis- trygdar og verjupolitikk, og har hava tey trý sjálvstýrandi londini einki at gera. Tað hevur fingið Mute B. Egede et gera álvara av sínum hóttanum um at steðga samstarvinum og ikki møta á nøkrum fundi í ráðnum.

Føroysku umboðini í Norðurlandaráðnum, Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, skilja væl grønlendingar og halda, at vit eru komin nær markinum fyri, at vit møguliga skulu taka okkum úr samstarvinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
Mono: Axel Einarsson (5:5)
175796
Mikudag 29. mai
Skratsj tann 29. mai 2024
175791
Mikudag 29. mai
Morgunlestur mikudagur 29. mai 2024
175635
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. mai
Foytar verkfalsgreyðir
175768
Mikudag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175764
Týsdag 28. mai
Veðrið
175741