- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stórur áhugi fyri mati frá øðrum londum
Tilflytarar í Nes kommunu borðreiddu í kvøld ymiskt av tí, sum tey vanliga eta í teirra heimlandi.
Áhugin var sera stórur. Fleiri enn 500 fólk nýttu høvi at fáa ein bita í tjaldinum á kaiini á Toftum.
- Tað hevur stóran týdning at fáa tilflytararnar við í tiltøk, so vit eisini møta teimum og læra meira um teirra mentan og koma teimum nærri, sigur Maja Jakobsen, sum er ein av teimum sjálvbodnu hjá Reyða Krossi.
Á tiltakinum vóru fólk, sum upprunaliga koma úr USA, Italia, Kili, Nepal, Filipsoyggjum, Suðurkorea, Ukraina og borðreiddu við ymiskum leskiligum.
Integratiónin skal styrkjast
- Vit skulu vera dugnaligari at taka ímóti tilflytarum og flóttafólki.
Tað sigur Durita Kastalág, integratiónsvegleiðari í Útlendingastovuni
Í dag vóru 90 føroyingar á skeiði á Hotel Hafnia at læra meira um integratión. Útlendingastovan skipaði fyri.
- Tað eru týdningarmikið at hava góðar skipanir at taka ímóti tilflytarum, sigur Mette Fenger, leiðari í Livsværkstederne í Gellerup í Danmark. Hon var ein av undirvísarunum.
Hon hevur fleiri enn 30 ára royndir at arbeiða við tilflytarum í Danmark og hevur undirvíst føroyingum í integratión nakrar ferðir áður.