VIDEO: Her rapar tornið á Børsinum

VIDEO: Her rapar tornið á Børsinum
Børsurin stendur í ljósum loga, og fyrr í morgun rapaði eyðkenda tornið
16.04.2024 - 10:44

Video: Rasmus Borðoy

Í morgun vaknaðu íbúgvar í Keypmannahavn til eina ræðuliga sjón. Eyðkendi bygningurin Børsurin stóð í ljósum loga. Og eyðkenda tornið er rapað, eins og myndirnar omanfyri vísa. 

Enn er ikki greitt, hvussu ella hví eldurin kyknaði. 

Í allan morgun hava sløkkiliðsfólk arbeitt við at basa eldinum og bjarga dýrabarum lutum sum eitt nú søguligum málningum út úr brennandi bygninginum. Og  við góðari hjálp frá sivilfólki, sum vóru stødd á staðnum, og sum sleptu alt fyri at hjálpa til við bjargingararbeiðinum, eru eitt nú fleiri søguligir málningar bjargaðir.

 

Børsurin hevur verið undir umvæling, og byggipallar eru runt um bygningin. 

Børsurin er ein av elstu bygningum í Keypmannahavn og liggur á Slotshólminum, í hjartanum í Keypmannahavn. Børsurin er frá ár 1625. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. mai
Gudstænasta úr Glyvra kirkju
175599
Leygardag 25. mai
Jambalaja - 250524
175579
Leygardag 25. mai
Upp á tá
175573
Leygardag 25. mai
Vikan 25. mai 2024
175572
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 25. mai
Veðrið - teknmálstulkað
175571
Leygardag 25. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175565
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555