Turið Arge Samuelsen: - Eg eri bara takksom fyri at vera her

Turið Arge Samuelsen: - Eg eri bara takksom fyri at vera her
Hetta var ein ordilig russjibreyt, segði Turið Arge Samuelsen, sum stórfegnaðist um EM-plássið, sum kom í rætt, hóast Føroyar taptu fyri Íslandi í Hafnarfirði
07.04.2024 - 19:50

 - Eg eri bara takksom fyri at vera her. Tað er fantastiskt.

Tað segði Turið Arge Samuelsen eftir 24-20 ósigurin fyri Íslandi, sum kortini var nóg mikið til at tryggjað hondbóltskvinnunum pláss í EM-endaspælinum í vetur.

Hon kallaði alla upplivingina fyri eina russjibreyt.

 - Tú hevur júst tapt ein dyst, og so fær tú boðini um, at tú ert komin til EM. Tað er ótrúligt, segði kyndilsspælarin.

Turið Arge Samuelsen var ikki við í føroyska landsliðshópinum til dystirnar ímóti Luksemborg. Orsøkin til fráveruna er eitt sindur ógreið, men tá hópurin til dystirnar ímóti Svøríki og Ísland var tikin út, vóru ósemjurnar loystar, og hon var við aftur.

 - Eg havi verið við landsliðnum í 12 ár, og man hevur bara vónað og droymt um, at vit eina ferð fóru at koma her til, og nú eru vit her, segði Turið Arge Samuelsen.

 - Eg eri bara takkson fyri at vera her.

Føroyar fingu eina góða byrjan ímóti Íslandi, men skjótt stirvnaði álopsspælið, og Ísland vann til endans við fýra málum. Tað var kortini nóg mikið hjá føroyingunum, sum fingu síðsta EM-plássið 10 mál frammanfyri Grikkaland. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297