- Vit hava flutt okkum nógv

- Vit hava flutt okkum nógv
Góða úrslitið ímóti Svøríki kom ikki óvart á Janu Mittún, sum staðfesti, at bestu føroysku hondbóltskvinnurnar hava flutt seg nógv ígjøgnum hesa undankappingina
03.04.2024 - 22:38

Tað kendist onkursvegna sum ein sigur. 

Tað helt Jana Mittún, eftir at føroyska hondbóltslandsliðið við kvinnum hevði tapt við fýra málum ímóti krútsterka svenska liðnum, sum longu hevur spælt seg til EM-endaspælið.

Kortini kom góða úrslitið ikki óvart á kvika bakspælarin, sum endaði sum føroyskur toppskjútti við átta málum.

 - Vit hava flutt okkum nógv síðan tann fyrsta dystin ímóti Svøríki, og vit trúðu upp á, at vit kundu fáa munin niður í mun til seinast, segði Jana Mittún.

Ta ferðina var munurin 17 mál. Hesa ferð slapp Svøríki ongantíð ordiliga undan, og menningin var týðilig. Føroyska verjan spældi ein sera góðan dyst, meðan Súna Krossteig Hansen, Elsa Egholm og Jana Mittún sjálv alsamt hóttu sviar.

Føroyska álopsessið var eisini stak væl nøgd við álopsspælið.

 - Vit duga væl at hyggja at, hvørjir spælarar hjá Svøríki eru inni, og hvar vit skulu leypa á, greiddi hon frá.

 - Síðst lupu vit kanska á teirra sterkastu leikarar, meðan vit í dag løgdu okkum eftir at leypa á teirra veikastu verjuspælarar. Harafturat riggaði tað væl, at eg og Súna skiftast um at taka tvídystirnar, so tað ikki verður ov strævið, segði Jana Mittún.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297