Landsliðsvenjarin: Álopsspælið riggaði, sum tað skuldi

Landsliðsvenjarin: Álopsspælið riggaði, sum tað skuldi
Claus Mogensen var sum vera man væl nøgdur við avrikið hjá hondbóltslandsliðnum við kvinnum í tepra tapinum fyri Svøríki. Hann rósti serliga álopsspælinum
03.04.2024 - 22:54

Sterka føroyska verjan fór avstað við yvirskriftunum eftir tepra tapið fyri Svøríki í gjár, men landsliðsvenjarin, Claus Mogensen var serliga væl nøgdur við føroyska álopið.

 - Vit eru rólig og gera okkum ómak við uppbyggjandi álopsspælinum, og tað ger, at vit fáa nógvar góðar málkjansir, segði Claus Mogensen.

 - Vit misnýta í roynd og veru eisini stórar møguleikar, men tá álopini eru somikið væl løgd til rættis, fáa vit eisini runnið upp á pláss aftur.

Landsliðsvenjarin rósti Janu Mittún og Súnu Krossteig Hansen, sum høvdu høvuðsábyrgdina fyri føroyska álopsspælinum. Tær báðar skiftust um at bjóða av og skjóta mál ella skapa pláss, sum Elsa Egholm og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen gjørdu sær dælt av.

 - Tað er nakað serligt fyri Føroyar, at vit hava so nógvar spælarar, sum eru so sterkir í tvídystunum, og so ræður um hjá okkum at gagnnýta tað.

Føroysku kvinnurnar fylgdu við sterka svenska liðnum ígjøgnum meginpartin av dystinum og munurin var ongantíð størri enn fimm. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297