Landsliðsvenjarin: "Vit skulu tora, men ikki spæla smáspæl í brotsteiginum"

Landsliðsvenjarin: "Vit skulu tora, men ikki spæla smáspæl í brotsteiginum"
Håkan Erickson, landsliðsvenjarin í fótbólti, var upp á nógvar mátar nøgdur við avrikið móti Danmark. Men hann var irriteraður um fyrsta málið, ið danir fáa
27.03.2024 - 10:00

"Landsdysturin móti Danmark bleiv upp á nógvar mátar, sum vit høvdu væntað, at hann fór at blíva," ásannaði Håkan Ericson, landsliðsvenjari.

"Danir leggja okkum undir stórt trýst, men í løtuni standa vit okkum væl," leggur hann afturat. 

Hagtølini undirbyggja hetta, heldur landsliðsvenjarin. 

 

"Í fyrra hálvleiki hava vit bóltin 40 prosent av tíðini á útivølli móti Danmark, meðan Danmark hevur bólti 60 prosent, og tað er gott. Til endans siga hagtølini, at vit hava bólti 34 til 36 prosent av tíðini. Mest av øllum, so haldi eg, at okkara leikarar í fleiri førum megna at spæla seg úr tunga danska trýstinum, og tað er ein framgongd í mun til hinar dystirnar, ið vit hava spælt móti Danmark."

 

"Vit skulu ikki spæla smáspæl í brotsteiginum"

Håkan Erickson var eyðsæð irriteraður inn á fyrsta málið, ið danir fáa, sum var ein feilur av Gunnari Vatnhamar. 

"Vit eru samd um, at vit skulu tora at spæla bóltin okkara millum, hóast vit eru undir trýsti. Men tað merkir ikki, at vit skulu spæla smáspæl inni í okkara egna brotsteigi. Tað er tápiligt at gera á útivølli móti Danmark so tíðliga í dystinum. Men vit læra av tí."

 

Landsliðsvenjarin var sera væl nøgdur við ungur verjuleikararnar, ið veruliga vístu seg fram móti Danmark, serliga Hanus Sørensen og Andrias Edmundsson. 

"Eg haldi, at tey, ið arbeiða við at menna føroyskar fótbóltsleikarar, kunnu vera errin av, at tað eydnast at fostra so góðar leikarar," sigur Håkan Ericson, ið fegnast um, at tað nú er vorðin størri kapping um plássini á liðnum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178