Fjórði hvør svartkjaftur landaður uttanlands

Fjórði hvør svartkjaftur landaður uttanlands
Fiskimálaráðið hevur sagt nei til at leingja undantakið hjá nótaskipum at sleppa at landa svartkjaft uttanlands. Vinnan heldur tó, at tørvur er á at fáa longt undantakið
14.03.2024 - 19:24

Higartil í ár eru 164.000 tons av svartkjafti fiskað av føroysku kvotuni. Av hesum eru 42.000 tons landað uttanlands. Tað svarar til 26 prosent.

Frá 12. januar til 29. februar høvdu føroysku nótaskipini undantaksloyvi at landa uttanlands. Men tað sleppa tey ikki nú

- Í Fuglafirði er eingin bíðirøð at sleppa framat at landa, sigur Odd Eliasen, stjóri á Havsbrún.

Í dag hevur Fagraberg landað 2800 tons av svartkjafti. 

 

Avlagar kappingina

Tá ið skipini ikki sleppa at landa uttanlands, er tað bara Havsbrún, sum tekur ímóti í Føroyum.

- Hetta avlagar kappingina, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í Felagnum Nótaskip.

Odd Eliasen sigur, at sjálvt um teir standa í eini serstøðu, so bjóða teir kappingarførar prísir.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297