Vandamikil list í Sandoyartunlinum

Vandamikil list í Sandoyartunlinum
Listaverkini áttu ikki at verið í Sandoyartunlinum, og hevði Ráðið fyri ferðslutrygd verið eftirspurt, so hevði ráðið frámælt, at listaverkini vórðu sett upp í tunlinum
11.03.2024 - 19:23

- Listin fær okkum at hyggja burtur frá vegnum, og tað kann vera vandamikið fyri ferðslutrygdina, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri ferðslutrygd.

Dagin eftir at Sandoyartunnilin lat upp, 22. desember í fjør, álegði Sigurd L Lamhauge, táverandi stjóri í Landsverki, tunnilsfelagnum at taka listaverkini niður. 

Hann segði, at at listarverkini eru vandamikil fyri ferðslutrygdina. 

Men Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, skúgvaði boðini til viks og segði, at Landsverk ikki var myndugleiki, tá ið talan var um undirsjóvartunlar.

Eftir at Landsverk hevði góðtikið tunnilin, vórðu listaverkini sett upp.


Trygdin í tunlum stóran týdning

Lovisa Petersen Glerfoss fegnast um, at Landsverk gjørdi vrøvl um listaverkini.

Tað er týdningarmikið ikki at verða órógvað ella órógvaður, tá ið ein koyrir bil.

Gáloysni undir koyring er eitt av tí, sum kann hava sera stóra ávirkan á ferðsltrygdina.

Hon vísir á, at trygdin í tunlum hevur sera stóran týdning.

 

Landsferðslunevndin

Hvørki Sigurd L. Lamhauge, fyrrverandi stjóri í Landsverki ella Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlum, vilja gera viðmerking til Kringvarpið um málið.

Michael Boelsen, fúti, vil heldur ikki gera viðmerking til málið. Hann vísir á, at málið verður tikið upp í Landsferðslunevndini.

Nær fundur verður, er  enn ógreitt.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283