Dráttur flúgvandi í finaluna

Dráttur flúgvandi í finaluna
Roynda vágaliðið hevði ongar trupulleikar av Mjølni, og spældi seg trygt í steypafinaluna, har Fleyr verður mótstøðulið
11.02.2024 - 20:26

Oddaliðið í landskappingini, Dráttur, vísti sína styrki við tryggum sigri á Mjølni í hálvfinaluni í steypakappingini.

Royndu vágakvinnurnar vunnu trygt í trísettara, sum ongantíð varð spennandi. Mjølnir beit eitt sindur frá sær í triðja setti, men tað var ov seint, og Dráttur avgjørdi.

Dráttur hevur bert tapt ein dyst í ár. Hann var ímóti Fleyr, sum nú bíðar í finaluni.

Dráttur-Mjølnir 3-0 (25-18, 25-20, 26-24)

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958