- Orð eru fátøk. Takk er ikki nóg mikið

bannari
- Orð eru fátøk. Takk er ikki nóg mikið
Aftur hesa ferð var stuðulin frá føroysku viðhaldsfólunum í Mercedes Benz-høllini serstakliga góður. - Orð eru fátøk, segði Teis Horn Rasmussen eftir tepra tapið fyri Póllandi
15.01.2024 - 21:34

Teis Horn Rasmussen iðraði seg um, at føroyska hondbóltslandsliðið ikki skal spæla fleiri EM-dystir á hesum sinni.

Tí upplivingin og stuðulin, sum føroyska áskoðarafjøldin gav spælarunum í Mercedes Benz-Arena, var serstakliga góð aftur hesa ferð, eins og hon hevur verið ígjøgnum allar bólkadystirnar.

 - Tað er sjúkligt, at tey blíva við og blíva við. Orð eru fátøk. Takk er ikki nóg mikið. Tað er púra vilt, segði Teis Horn Rasmussen, sum iðraði seg um tepra tapið fyri Póllandi.

Tað var serliga í verjupartinum, at Føroyar vóru ov stuttar, sambært strikuspælaranum.

 - Tað gongur fyri sovítt fínt, men teir hava ein strikuspælara, sum vit ikki fáa tak á. Vit fáa ikki loyst hava uppgávuna. Har er fysikkur á muni, segði Teis Horn Rasmussen um 127 kilo tunga Kamil Syprzak úr PSG, sum skeyt níggju mál og vann okkurt brotskast eisini.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066