Svimjararnir komu væl frá Oyggjaleikunum

bannari
Svimjararnir komu væl frá Oyggjaleikunum
Elisabeth Erlendsdóttir var stóra stjørnan við tveimum oyggjaleikametum, trimum gull og tveimum silvur, men føroysku svimjararnir vóru sum heild væl nøgdir við avrikið
14.07.2023 - 13:11

Fleiri spurnartekin vórðu sett við heiðursmerkjavónirnar hjá føroyska svimjihópinum undan Oyggjaleikunum á Guernsey.

Einki løgið í tí. Síðstu árini eru eitt ótal av sterkastu svimjarunum í Føroyum givnir, og nýggi hópurin var lutfalsliga ungur og óroyndur.

Uppaftur verri varð tað, tá Vár E. Eidesgaard mátti geva avboð stutt fyri leikirnar, tí hon skuldi undir skurð fyri punkterað lunga.

Nú svimjikappingarnar á Oyggjaleikunum er lidnar kann kortini staðfestast, at føroyingarnir komu lutfalsliga væl frá uppgávuni í hylinum.

Gamaní, Føroyar vunnu ikki líka nógv gull, sum onkuntíð fyrr, men avrikini og tíðirnar hava sum heild verið góð, og flestu svimjararnir hava livað upp til ambitiónirnar frammanundan. 

Ikki óvæntað varð Elisabeth Erlendsdóttir hon, ið svam mest gull heim til Føroya. Tríggjar ferðir endaði hon fremst - í 50, 100 og 200 metra ryggsvimjing - og tvær ferðir setti hon nýtt oyggjaleikamet.

Hon hyggur frameftir við góðum treysti, og tað ger føroysk svimjing ivaleyst eisini. Tilsamans vunnu føroysku svimjararnir 26 heiðursmerki í Guernsey.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403