Elisabeth tók oyggjaleikametið hjá Signhild

bannari
Elisabeth tók oyggjaleikametið hjá Signhild
Elisabeth Erlendsdóttir svam seg til eitt gull heiðursmerki og nýtt oyggjaleikamet hóast hon lá sjúk dagin fyri
12.07.2023 - 11:50

Føroysku svimjararnir gjørdu aftur um seg í gjárkvøldið tá 2. finaludagur varð svomin. 

Mánakvøldið svumu tey seg til seks heiðursmerki. Og man kann siga, at tey halda støðið.Í gjár vunnu vunnu samanlagt seks heiðursmerki afturat, so at tey í alt hava 12 heiðursmerki frá svimjing. 
 

Nýtt føroyskt oyggjaleikamet

Elisabeth Erlendsdóttir tók í gjárkvøldið oyggjaleikametið hjá føroysku Sighild Johannesen. Signhild setti ikki minni enn tvær ferðir oyggjaleikame í 100 m rygg á Gibraltar í 2019.

Tað gjørdi hon við tíðini 1:01:58 og 1:01:90. 
Tíðin hjá Elisabeth var í gjár 1:01:07, og er nú nýtt oyggjaleikamet í 100 m ryggsvimjing. 

 

Vit stroyma triðja finaludagin í kvøld 

Føroysku svimjararnir fara aftur í finaluhylin kl 18.00 í kvøld. Vit luttaka ikki í øllum finalunum, men vit senda beinleiðis kl 18.00 á heimasíðuni kvf.fo. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958