VIDEO: Sigurin súrnaði eftir tíðarskandalu

bannari
VIDEO: Sigurin súrnaði eftir tíðarskandalu
Jónas Gunnleivsson Isaksen smurdi mótstøðuna av í 200 metra renning, men sigurin súrnaði, tá tað gjørdist greitt, at eingin góðkend tíð varð tikin
12.07.2023 - 22:52

Gullheiðursmerki, men onga tíð.

Tað var úrslitið eftir 200 metur renningina á Footes Lane í St Peter Port í kvøld.

Jónas Gunnleivsson Isaksen blásti alla mótstøðu umkoll, men tíðin gekk, og eingin tíð kom, og tað sást á øllum brøgdum, at okkurt var áfatt.

Skjótt var greitt, at eingin almenn tíð var tók, og á fundi fingu rennararnir í boði at renna umaftur. Tað var ikki undirtøka fyri hesum, og tí fingu teir bert plaseringar. 

Tað sama hendi fyrr í vikuni til innleiðandi umfar á 100 metrum, tá rennararnir máttu stilla upp av nýggjum.


Stórt vónbrot

Í føroysku leguni vóru tey ikki sørt vónbrotin um støðuna, tí tey høvdu varhugan av, at Jónas kundi verið fyrsti føroyingur undir 21 sekund. So gott var avrikið hjá stjørnuskotinum. 

 - Hann (Jónas, red.) var vónbrotin av tí at byrja við, tí vit hava tippað eina sub-21 tíð á evropeiskum toppstigið, og tað trúgvi eg avgjørt, at hann gjørdi í dag eisini, segði Jógvan Kristiansson Glerfoss.

 - Vit fara at hyggja at video seinni, men tað hjálpir so lítið, tí tað verður aldrið ein góðkend tíð, so hann er eitt sindur skuffaður av tí, ja, segði ein av føroysku venjarunum.

Sí flottu 200 metrarnar hjá Jónasi Gunnleivsson Isaksen og føroysku reaktiónirnar omanfyri

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066