Hesa ferð eydnaðist hjá Norðingi

Hesa ferð eydnaðist hjá Norðingi
Klaksvíkingur hevði vunnið tveir teir fyrstu FM-róðrarnar, men á jóansøku mannaði Norðingur seg upp og fór avstað við tí triðja. Nú er spenningur um FM hjá tíggjumannaførunum
26.06.2023 - 20:52

Á jóansøku eydnaðist Norðingi at vinna á kappingarneytunum og grannunum av Klaksvíkingi.

Føroyameistararnir í Klaksvík høvdu vunnið í norðoyastevnu og sundalagsstevnu, men í triðju royndini var tíggjumannafarið úr Norðdepli og Hvannasundi fremri.

Nú er veruligur spenningur um føroyameistaraheitið undan fjórða róðrinum næsta vikuskiftið.

10-mannafør á jóansøku:

1. Norðingur (NHR): 04:48.21
2. Klaksvíkingur (KRF) 04:49.18 

FM-støðan:

1. Klaksvíkingur (KRF): 20 stig
2. Norðingur (NHR) 19 stig
3. Vestmenningur: 10 stig

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211
Hósdag 16. mai
Komið øll við 2:2
175213
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150