Sverri fær kapping um OL-einskullaran

Sverri fær kapping um OL-einskullaran
Sverri Sandberg Nielsen fær nú kapping frá ungum donskum rógvara um plássið í OL-einskullaranum. Úrslitini seinni í ár vera avgerandi fyri, hvør av teimum fær sessin
23.01.2023 - 17:40

Sverri Sandberg Nielsen fær nú kapping frá ungum donskum rógvara um plássið í danska OL-einskullaranum.

23 ára gamli Bastian Secher hevur tikið seg nógv fram síðsta árið, og úrslitini seinni í ár skulu nú avgera OL-lagnuna hjá teimum báðum.

 - Hetta árið skal gera av, hvør sleppur at bestemma, hvat vit skulu. Skulu vit rógva dupultskullara, skulu vit rógva singleskullara, ella hvør hevur singleskullaran, sigur Sverri Sandberg Nielsen.

Greitt er, at tað bert er pláss fyri einum donskum einskullara á Olympisku leikunum í París næsta ár.

 - Tann fyrsta world cup-kappingin er úttøkukapping til EM, og triðja world cup-kappingin er úttøkukapping til HM, so tað gongur út upp á at vinna tær kappingarnar, sigur miðvingurin, sum eftir 4. plássið í OL í Tokyo tók eitt ára steðg frá yrkisrógvingini. 

Vinnarin sleppur at gera  av, um rógvast skal í einskullara ella dupultskullara.

 - Um tað ikki gongur, sum tað skal, enda vit kanska í einum dupultskullara, sigur Sverri Sandberg Nielsen, tí tað er ikki vist, at Bastian Secher velur einskullaran. Miðvingurin er ivaleysur.

 - Um eg vinni, rógvi eg singleskullaran.


Ikki besta útgangstøðið

Sverri Sandberg Nielsen heldur ikki, at kappingin millum teir báðar er besta útgangsstøði, tí tað kann órógva venjingina.

 - Nú hava vit sama venjara, og dynamikkurin kann blíva eitt sindur undarligur, tá vit eru kappingarneytar. 'Hvussu nógv skal eg geva av mær sjálvum, sum kann gera, at hann verður betri', spyr Sverri Sandberg Nielsen.

Danmarksmeistarakappingin um vikuskiftið avgerð ikki, hvør verður betri, tá rógvast skal á vatninum, men hon gevur kortini góðar ábendingar um, hvussu rógvararnir eru fyri, og um vikuskiftið hevði miðvingurin munin. Hann var tvey sekund skjótari enn Bastian Secher og vann við tíðini 5.44.3.

 - Tað var deiligt. Hetta var eitt sindur javnari, enn tað plagar, men tað kom ikki óvart á. Ein góður róður, sum eg kom rímiliga lætt ígjøgnum, sigur Sverri Sandberg Nielsen.


Sverri Sandberg Nielsen kappast við Bastian Secher (t.v.) um plássið í OL-einskullaranum
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Uttanduraguðstænasta, Ovari vøllur
175310
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283