Friðarligur valmorgun á Viðareiði

bannari
Friðarligur valmorgun á Viðareiði
Valdagurin byrjaði friðarliga á Viðareiði. Men vanliga hevur tað verið soleiðis, at veljararnir koma seinni á degnum, sigur forkvinnan í valstýrinum.
31.10.2022 - 19:04

Á Viðareiði hava 260 fólk valrætt. Og tað er í skúlanum á Viðareiði, at valið fer fram. 

Morgunin hevur friðarligur, sigur forkvinnan í valstýrinum, Annubet Absalonsen, og leggur afturat, at vanliga koma fólk á valstaðið seinni upp á dagin. 

Sambært forkvinnuni í valstýrinum, plagar valluttøkan á Viðareiði at vera góð - kortini betri til løgtingsval enn til fólkatingsval. 

Sambært heimasíðuni hjá Valúrslit vóru 236 atkvøður greiddar á Viðareiði til løgtingsvali í 2019, meðan 188 veljarar greiddu atkvøðu til fólkatingsvali sama ár. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949