- Vóni at fáa eitt gott val

bannari
- Vóni at fáa eitt gott val
Tá eg fari á vøllin, so er tað fyri at vinna, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum stillar upp til fólkatingsvalið á triðja sinni.
31.10.2022 - 20:10

- Eg havi ikki nakran hóming av, hvussu tað fer at ganga. Men eg vóni sjálvandi, at tað fer at ganga gott, segði Elsebeth Mercedis Gunnelygsdóttur, tá hon fór á val í dag. 

Hetta er triðju ferð, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur stillar upp til fólkatingsvalið. Eisini hevur hon stillað upp til løgtingsval fýra ferðir. 

Á seinasta fólkatingsvalið fekk Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur 443 persónligar atkvøður.

Til fólkatingsvalið í ár er hon einasta kvinnuliga umboð hjá Fólkaflokkinum, sum plagar at standa seg væl í Klaksvík. 

- Persónliga eri eg von við at arbeiða saman við monnum. Sum løgreglukvinna og seinni sum politikari. Heilt erligt, so hevði tað helst riggað betri, um vit vóru fleiri kvinnur á listanum, segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Nú eru valstaðið í Klaksvík stongt. Og greitt er, at vallúttøkan í Klaksvík til hetta fólkatingsvalið gjørdist 70,22%, sum er meira enn seinast. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949