Klaksvíkingur vann slagið um Norðoyggjar

Klaksvíkingur vann slagið um Norðoyggjar
Føroyameistarin, Klaksvíkingur, fekk rist tapið fyri Norðingi á norðoyastevnu av sær við einum sannførandi sigri og nýggjari mettíð á eystanstevnu
13.06.2022 - 17:43

 - Vit ætla at svara aftur, men eg vænti ein harðan róður. 

Tað segði Brandur Kjølbro á Klaksvíkingi undan 10-mannafarsróðrinum á eystanstevnu leygardagin.

Avbjóðarin hjá føroyamiestarabátinum úr Klaksvík, Norðingur, tók sigurin á norðoyastevnu, og tað hóvaði sjálvsagt ikki Klaksvíkingi at missa sigurin á hiemasjógvi.

Og aftursvari kom á Skálafirði. Klaksvíkingur, sum hevði gjørt eina útskifting síðan síðst, róði ein frálíkan róður, vann við eini góðari bátslong og setti nýtt met á hesum 1000-metra málinum.

 - Kenslan er øgiliga góð, og hon er uppaftur betri, tí vit taptu seinast og komu afturí aftur, segði Brandur Kjølbro eftir sigurin.

 - Seinast var tað nokkso javnt, men vit vistu at vit høvdu meir í okkum.

Nýggja mettíðin hjá Klaksvíkingi er 4.32.25. Norðingur endaði á øðrum plássi, Havnarbáturin gjørdist nummar trý og Eysturoyingur endaði aftastur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297