Forkvinnan: vónandi seinasta HM-kappingin á netinum

Forkvinnan: vónandi seinasta HM-kappingin á netinum
HM í innróðri var aftur hesaferð rógvið á netinum, men nú lýsnar, og forkvinnan í Róðrarsambandinum, Annika Dalsgarð, vónar, at rógvararnir aftur kunnu kappast saman næsta ár
28.02.2022 - 17:42

Heimsmeistaraheitini í inniróðri vóru aftur hesaferð á netinum. 

Kappingin skuldi av røttum verið í Hamburg í Týsklandi, men koronustøðan gjørdi, at róð var í øllum heraðshornum á netinum. 

Føroysku rógvararnir róðu í Læraraskúlanum í Havn.

Hetta er ein góð loysn, sum støðan við koronu hevur verið síðstu árini, men kann ikki metast við at rógva ímóti hvørjum øðrum lið um lið, heldur forkvinnan í Róðrarsambandi Føroya, Annika Dalsgarð.

 - Tað er stuttligari at skula møta upp á staðnum til kapping og møta kappingarneytunum, og tað gevur ein annan dám hjá rógvarunum, sigur hon.

 - Tá vit møta upp til ta fysisku kappingina eru fyri tað fyrsta øgiliga nógvir áskoðarar og luttakarar. Tað gevur nakað at merkja kappingarneytarnar undir liðini á sær.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. juni
Morgunlestur mánadagur 3. juni 2024
175853
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948