Sarita Kristina Hansen endurvann HM-heitið í innróðri

Sarita Kristina Hansen endurvann HM-heitið í innróðri
Føroyar vunnu trý gull- og eitt bronsuheiðursmerki, tá róð varð um heimsmeistaraheitini í innróðri um vikuskiftið.
28.02.2022 - 17:58

Føroyar vunnu trý gull- og eitt bronsuheiðursmerki, tá HM í innróðri var um vikuskiftið. 

Sarita Kristina Hansen vann gull á bæði 500 og 2000 metra teininum og er nú seksfaldur heimsmeistari. Hon kappaðist í aldursbólkinum 30-38. 

Vár Guriardóttir Hansen gjørdist heimsmeistari á 500 metrum, og Mattias Durhuus fekk triðja plássið á 2000 metrum.

Hinir føroysku rógvararnir vóru Bergur Robert Dam Jensen, Zoe Dickson, Mira Winther Klit og Jóna Danielsen.

Heimsmeistarakappingin skuldi av røttum vera í Hamburg, men koronustøðan gjørdi, at kappingin aftur hesa ferð var á netinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. juni
Morgunlestur mánadagur 3. juni 2024
175853
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948