Korona darvar Landssjúkrahúsið

bannari
Korona darvar Landssjúkrahúsið
Støðan við koronu hevur havt stórar avbjóðingar fyri sjúkrahúsverkið, tí nógv starvsfólk eru og hava verið rakt av koronu
08.02.2022 - 19:40

Ógvusliga økingin í korona-smittu-tilburðum, sum nú eru komin upp á umleið 4.700 fólk, sæst nú aftur í innleggingum.

Í løtuni eru í alt 13 fólk innløgd við koronu.

Átta á Landssjúkrahúsinum og fimm í Klaksvík. 

Ongin av teimum fimm innløgdu á Klaksvíkar sjúkrahúsi eru innløgd orsakað av koronu, meðan fimm av teimum átta koronu-sjúklingunum á Landssjúkrahúsinum eru innløgd vegna koronu.

Hini liggja inni av øðrum orsøkum. 

Sjúkrahússtjórin sigur, at koronu-støðan hevur kravt nógv av starvsfólkunum í sjúkrahús-verkinum.

Tað, sum farið er av árinum, hevur umleið 10. hvørt starvsfólk verið smittað ella rakt av sóttarhaldi.

Tá so nógv starvsfólk eru burtur, hvussu gongst við at halda stand hjá sjúkrahúsverkinum?

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216