Sakna tillagað tilmæli

bannari
Sakna tillagað tilmæli
Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur hondbóltsdystin í gjár vera frálíkt høvi at fáa kjak í lag um áskoðaratal eftir stødd av hølum og umstøðum
17.01.2022 - 17:59

Í dag er høllin á Hálsi tóm.

Men í gjár vóru umleið 700 áskoðarar til hondbóltsdystin millum Føroyar og Letland.

Í Norðurlandahúsinum er salurin aftur tómur í dag. Tað hevur hann stórt sæð verið í tvey ár.

Salurin tekur 400 fólk og Norðurlandahúsið hevur annars góðar umstøður. Tí heldur stjórin hondbóltsdystin í gjár vera eitt gott høvið at fáa eit kjak um tillaga tilmæli.

Sum stjóri fyri almennan stovn, vil Gunn Hernes ikki bróta tilmælini, men hon saknar kortini praktiskar loysnir.

Og so er tað líka ein heilsan afturat til politikararnar um umstøðurnar koronu og mentanarlív.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216