Kongoránið: 100 milliónir til Føroya frá fyritøku við stolnum pengum

bannari
Kongoránið: 100 milliónir til Føroya frá fyritøku við stolnum pengum
- Eru pengarnir stolnir, er tað hvítvasking, sigur advokatur.
22.11.2021 - 19:43

Alt týðir uppá, at BankNordik er blivin brúktur til at hvítvaska pengar, upprunaliga stolnir frá fólkinum í miðafrikanska landinum Kongo. Tað vísur størsti lekin úr Afrika nakrantíð, sum 100 journalistar seinastu mánaðirnar hava gravað í – harímillum Kringvarpið.

 

Skjølini í lekanum vísa, at ein fyritøka í Demokratiska Lýðveldinum Kongo, við tøttum tilknýti til fyrrverandi forsetan Joseph Kabila, hevur drúgt samstarv við eitt dóttirfelag hjá sær her í Føroyum. So drúgt samstarv, at smáar 100 milliónir eru farnar til Føroya frá hesum felagnum – til konto í BankNordik í árunum 2013 – 2016. 

 

- Er upphavið til pengarnar ein ólóglig gerð, so er tað hvítvasking av pengum. Tað sigur Eli Thorsteinsson, advokatur og serfrøðingur í bankalóggávu.

 

Føroyskir bankar eru undirlagdir eina ørgrynnu av reglum og lógum um hvítvasking. BankNordik vil ikki svara okkara spurnigum, so vit vita ikki, hvussu bankin hevur handfarið hesar flytingar og hendan kundan.


Høvundar: Barbara Holm, Jan Lamhauge og Uni Holm Johannesen. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403