Fýra EM-tíðir til Signhild Joensen

Fýra EM-tíðir til Signhild Joensen
Signhild Joensen svam seg til fýra tíðir, sum eru standa kravið hjá svimjisambandinum til EM í Budapest, tá hon tók lut á OL-úttøkustevnu í Vejle
08.03.2021 - 16:36

Signhild Joensen svam fýra tíðir, sum standa krøvini hjá svimjisambandinum til EM, sum verður í Budapest í mai. 

Tað gjørdi ryggsvimjarin á OL-úttøkustevnu í Vejle um vikuskiftið. Hon svam 50 og 100 metur rygg. Hon skuldi eftir ætlan eisini svimja 200 metur rygg, men mátti geva avboð vegna roynd.

 - Nú er tað so langt síðan, at vit hava verið í kapping, og eg svam nær við mínar bestu tíðir, so tað hevur verið eitt gott vikuskifti fyri meg, sigur Signhild Joensen.

Tvær kvinnur og tveir menn skulu eftir ætlan umboða Føroyar til EM í Budapest, og fyri Signhild snýr tað seg um at svimja so góðar tíðir, sum gjørligt, fyri at tryggja sær, at hon verður ein teirra.

 - Tað er ringt at siga, hvussu vís eg eri í, at sleppa við, tí tú fært ikki stýrt, hvat onnur svimja, men eg ætli mær at gera alt fyri, at mínar tíðir eru so góðar, sum gjørligt, sigur fyrrverandi Ægir-svimjarin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297