TG Verk úr skugganum av gøluni um Glasir

bannari
TG Verk úr skugganum av gøluni um Glasir
Gerðarættardómurin er ein moralsk uppreisn til okkara fyritøku, sum í áravís hevur livað í skugganum av Glasir-gøluni, sigur Høgni Lauritsen
13.11.2020 - 19:19

Í gjár fall dómur í gerðarrættarmálinum - meira enn fýra ár eftir at TG Verk riggaði av á byggiplássinum í Marknagili og grundleggjandi ósemjan millum høvuðsarbeiðstakaran og byggiharran Landsverk varð løgd fyri gerðarættin. Men áðrenn Gerðarætturin yvirhøvur kom uppí, hevði TG Verk kravt 45 milliónir frá Landsverki fyri at gera arbeiðið liðugt. Tá var samlaða játtanin úr løgtinginum til skúladepilin 515 milliónir. Tilsamans hevði rokningin tá komið upp á 560 milliónir.

Í Degi & Viku í gjárkvøldi staðfesti Sigurd Lamhauge, stjóri á Landsverki, at samlaða rokningin fyri Glasir nú er komin uppá 730 milliónir.

Høgni Lauritsen er framvegis sannførdur um, at samlaða rokningin hevði verið munandi bíligari, um TG Verk ikki bleiv koyrt av byggiplássinum, men ístaðin fekk umbidnu 45 milliónirnar til at gera skúlan lidnan.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216