Signhild Joensen niður at svimja

Signhild Joensen niður at svimja
Signhild Joensen svam sína síðstu kapping í Føroyum í hesum umfarinum, tá FM í langgeil var í Vági um vikuskiftið. Hon fer í næstum niður at svimja
07.07.2020 - 14:17

Ein av føroya sterkastu svimjarum seinastu árini, Signhild Joensen, hevur svomið sína seinastu kapping her heima í eina tíð. 

Signhild Joensen úr Ægi, sum vann fleiri kappingar í FM í langgeil um vikuskifti, fer til Danmarkar í lestrarørindum í næstum, og har skal hon svimja við KVIK í Kastrup. 

 - Eg haldi, at eitt nýtt umhvørvi og ein nýggjur venjingarháttur fer at hjálpa mær rætta vegin, sigur Signhild Joensen. 

Róland Toftum og Signhild Joensen ársins svimjarar

Hóast einki føroyskt met varð sett í kappingini í Pálshøll, og koronafarsóttin hevur órógvað bæði venjingar- og kappingarætlanir í vár, vóru fleiri svimjarir sum bøttu um sínar bestu tíðir.

Ein av teimum var Róland Toftum, sum við sínum 22 árum nú telist millum eldru føroysku svimjararnar, eftir at Óli Mortensen og Alvi Hjelm báðir góvust í fjør.

 - Venjingarstøðan er góð. Vit hava havt venjingarætlan at fylgja ígjøgnum hesa tíðina heima, og so skjótt vit sluppu aftur í hylin, vandu vit nógv fyri at verða væl fyri til hesa kappingina, sigur Róland Toftum úr Susvim.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297