Fríkendur í Hægstarætti

bannari
Fríkendur í Hægstarætti
Eitt punktum í 10 ára drúgvu søguni um Eik varð sett, tá Hægstirættur fríkendi allar, sum Fíggjarligt Støðufesti stevndi fyri Eik Bank Danmark
03.07.2020 - 20:34

Í farnu viku varð eitt stórt punktum sett í 10 ára drúgvu søguni um kollsiglda Eik Banka. 22. juni fríkendi Hægstirættur allar, sum Fíggjarligt Støðufesti hevði stevnt fyri teirra leiklut í Eik Bank Danmark. Teirra millum, Marner Jacobsen, sum var nevndarformaður í danska dóttirbankanum.

18. november í fjør dømdi Føroya Rættur leiðsluna í gamla Eik Banka í Føroyum at gjalda 150 milliónir krónur til fíggjarligt støðufesti. Tann dómurin er kærdur til Landsrættin.

Danska rættarmálið hevur gingið skjótari, og mánadagin í síðstu viku vórðu teir stevndu í Eik Bank Danmark fríkendir í Hægstarætti.

Marner Jacobsen, fyrrverandi forstjóri í Eik, vitjar sjónvarpsstovuna til eina samrøðu um fríkenningina, um kollsiglda bankan og tapini í kjalarvørrinum á tí og um fólksins dóm.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216