Dómurin kom óvart á

bannari
Dómurin kom óvart á
Hægstarættardómurin, sum fríkennir leiðsluna í EIK banka, kom óvart á leiðsluna í Finansiel Stabilitet og løgfrøðiligu ráðgevar teirra
22.06.2020 - 19:12

Hægstirættur sigur, at leiðslan, stjórn og nevnd, í Eik Bank Danmark er ikki endurgjaldsskyldug í samband við tvey lán hjá bankanum.

Hægstirættur hevur tí staðfest avgerðina hjá Eystara Landsrætti um tað eina lánið, men broytt avgerðina hjá Landsrættinum um hitt lánið. Og tað kostaði Fíggjarligum støðufesti góðar 15 milliónir og 225.000 krónur í sakarmálskostnaði móti teimum seks monnunum, sum vóru í stjórn og nevnd hjá Eik Bank Danmark.

Hægstirættur sigur eisini, at í egnum sakarmálskostnaði í Eystara Landsrætti skal Fíggjarligt støðufesti gjalda 2,5 milliónir krónur afturat tí, sum higartil er goldið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403