Hallur vann á álendskum profili

bannari
Hallur vann á álendskum profili
Hallur Thorsteinsson hevur spælt seg víðari úr fyrstu rundu í einstaklingakappingini í borðtennis
11.07.2019 - 13:31

Hann vann 4-3 móti Johan Petterson av Álandi. Petterson er fyrrverandi yrkisleikari og hevur eisini eitt oyggjaleikagull frá Álandi í 2009 í heiðursmerkjasavninum.

Dysturin var sera spennandi, og Hallur Thorsteinsson var aftanfyri 3-2, men kom sterkt aftur og vann tey bæði síðstu settini 11-3 og 11-7.

Eyðun Fríðursson Ellendersen spældi seg eisini í aðru rundu við 4-0 sigri á Javier Sotomayor av Falklandsoyggjunum, meðan Fróði Fríðason Jensen tapti 4-1 móti Jordan Luke Wykes, sum er hægst styrkismetti maðurin í kappingini.

Hjá kvinnum hevur Rakul Mikkjalsdóttir spælt seg í aðru rundu við 4-1 sigri á Paula Le Ber av Guernsey, meðan Anna Mikkjalsdóttir tapti tepurt 4-3 fyri Meenal Viz av Gibraltar.

Sólja Hilduberg Djurhuus byrjar í aðru rundu. Dystirnir fram til hálvfinalurnar verða allir avgreiddir í dag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216
Hósdag 16. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175211