Bartal og Rannvá taptu í hálvfinaluni

bannari
Bartal og Rannvá taptu í hálvfinaluni
Føroyar vóru við í trimum hálvfinalum í morgun. Gunnvá Jacobsen meldaði avboð orsaka av sjúku, meðan hvørki Bartal ella Rannvá kláraðu at vinna
11.07.2019 - 11:32

Bartal Poulsen møtti sera sterkari mótstøðu og tapti greitt fyrsta settið. Seinna settið var javnt eina løtu, men so kláraði Bartal ikki at fylgja við meira og tapti aftur.

Hetta merkir at Bartal fær eitt bronsuheiðursmerki. Hóast heiðursmerki, so er Bartal skuffaður.

Rannvá fekk ikki spælið at koyra

Rannvá D. Carlsson møtti Jessicu Li í hálvfinaluni. Heldur ikki hon megnaði at geva nakra mótstøðu og tapti bæði settini greitt.

Hon hevði ætlað sær eitt finalupláss, og var tí sera vónbrotin um úrslitið.

Seinni í dag byrjar kappingin í blandaðum tvímansleiki. Har eru hava Føroyar trý pør tilmeldaði.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216