Landsstýrið fylgir gongdini neyvt

bannari
Landsstýrið fylgir gongdini neyvt
Landsstýrið fylgir gongdini neyvt, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, um verkfallið hjá ljósmøðrunum, sum verður hert í morgin.
23.11.2018 - 19:32

Í morgin klokkan trý verður eingin ljósmóðir til arbeiðis á Føðideildini.

Støðan á Føðideildini er ikki forsvarlig nú, og tað verður verri í morgin, sigur sjúkrahússtjórin.

Jóanis Erik Køtlum barst frá at gera samrøðu við Dag og Viku í dag, men hann sigur í stuttari viðmerking, at hann vónar, at partarnir finna eina loysn sum skjótast.

Eydnast tað ikki, fer hann at finna eina kreppuloysn saman við yvirlæknunum á einum fundi klokkan tvey í morgin, leygardagin.

Men ljósmøðurnar gera einki, sjálvt um lív og heilsa eru í vanda, segði forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum hóskvøldið.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066